Persónspolitikkur
Fyri at keypa frá Sp/f Skemtið, hava vit tørv á hesum upplýsingum um teg:
- Navn
- Bústað
- Telefonnummar
- Teldupost
Vit nýta hesar upplýsingar, tá vit skulu veita tær vøruna.
Sp/f Skemtið verjir persónligar upplýsingar, sum vit fáa frá tær. Keypir tú vøru umvegis heimasíðuna, nýta vit bert upplýsningar frá tær til, at avgreiða tína bílegging. Sp/f Skemtið deilir onga vitan um kundar okkara (so sum navn, teldupost, bústað ella annað) við triðja part, tó undantikið QuickPay, har tað er krav í samband við gjaldsskipanina.
Teknar tú teg til tíðindabræv, skráseta vit tín teldupost, sum ikki verður víðarigivin til onnur.
Eru spurningar, set teg í samband við Skemtið á teldupost skemtid@skemtid.fo .