Handilstreytir
Møguligt er at gjalda elektroniskt við gjaldskorti. Tá farið verður til kassan, og gjaldstreytirnar eru góðkendar, verður ein bíleggingarváttan send sjálvvirkandi við telduposti ella boð send umvegis og til fartelefonina.
Gjaldast skal, áðrenn vøran verður veitt, ella áðrenn vøran kann heintast.
Øll kortgjøld verða viðgjørd av Clearhaus, umvegis gjaldsskipanina hjá QuickPay. Skemtið goymir ongar kortdátur. Skemtið deilir onga vitan um kundar okkara (so sum navn, teldupost, bústað ella annað) við triðja part, tó undantikið QuickPay.
Allir prísir eru íroknað meirvirðisgjald, um annað ikki er tilskilað. Gjaldoyra er DKK. Fyrivarni verður tikið fyri prísvillum og útseldum vørum.
Gjaldast kann umvegis hættir sum eru sjónligir niðast á heimasíðuni
Um vøran ikki er goldin innan 48 tímar eftir bílegging, tilskilar Skemtið sær rættin at selja vøruna til annan keypara.
Verður bíløgd vøra at heinta sjálv/ur, ikki avheintað innan 3 mánaðar, dettur bíleggingin burtur.